top of page
Føroyar lesa | Skúlabókavørðurin
Play Video

Hvussu kann skúlabókavørðurin leggja næmingum lag á at lesa?

 

Í samrøðuni við Birnu Gaard, lærara og skúlabókavørð, nemur hon við mongu uppgávurnar ein skúlabókavørður hevur.

- Uppgávan er at hjálpa næmingunum at finna røttu bókina, at geva teimum hug at lesa og at lesa meira.

 

Hetta ger hon eitt nú við at kunna seg væl um, hvørjar bøkur koma út. Tað eru serliga trý viðurskifti, hon hevur í huga, tá ið hon skal gera sær eina mynd av, hvat fyri tekstaslag næmingum dámar at lesa:
 

  1. Skal tað vera eitt stuttlig bók, ein spennandi bók ella ein faktabók.

  2. Síðani at vita, hvussu lesiførleikin er, og tá biði eg næmingarnar lesa á bakpermuni fyri at vita, hvat bókin er um. Eru tað meiri enn 5 orð, sum hann hevur trupult við, so finna vit eina aðra bók.

  3. Tað triðja er at geva bókini ein kjans, tað er at lesa millum 20 og 50 síður, áðrenn hann ger av, um hann vil halda á at lesa.

 

At fleiri næmingar velja at lesa somu bók og tosa um bókina, er sera gott, tí tað hjálpir at skilja tað, teir hava lisið, sigur Birna Gaard. Tá plagar hon at tosa við tey um sjáldsom og torfør orð, sum kunnu koma fyri í tekstinum.

 

- Tað, sum hevur týdning fyri meg sum skúlabókavørður, er, at næmingarnir kenna seg væl, tá ið teir koma á bókasavnið, og at teir tora at spyrja meg um hjálp.

bottom of page