Mítt bókaminni
Lukturin, kenslan, myndirnar, tann tú las søguna saman við, sum tilsamans gjørdu søguna til eitt heilt serligt bókaminni. Les her, hvørjar bøkur hava fest seg í minnið hjá ymsum føroyingum.
Jólakalendari 2021
10. desember
Tá sá eg tað; ræðusjónina, sum eg vóni, at ongi børn nakrantíð fara at síggja. Har sat ein ógvuliga klænur jólamaður á stovuborðinum. Ein rakslánur. Hann hevði húgvuna í tí stóru hondini, og tómi posin lá á gólvinum. Klæðini vóru alt ov stór og hingu uppi á honum. Ilt var at síggja, um tað var ein jólamaður í einum reyðum tjaldi ella eitt reytt tjald í einum jólamanni. Jólatræið var koppað, og perurnar blunkaðu. Eg misti høkuna niður á bringuna, og nakkahárini stóðu sum á einari uppvaskibust; beint aftureftir. Hjartað støðgaði eina løtu, og tá ið tað fór at sláa aftur, visti tað ikki, hví tað sló, so tað sló bara triðja hvørt slag. Hann græt.
Jólakalendari 2021
2. desember
Eg gloymi ongantíð reyðu skógvarnar, sum flóta burtur, tær tosandi blómurnar, krákuna, røvaragentuna við stóra knívinum og lappakonuna. Hvørja ferð eg hugsi um søguna, síggi eg myndirnar fyri mær, sum sótu vit trý enn í stóra lenistólinum, sum langt síðani er burtur, og livdu ferðina saman við Gerdu.
Jólakalendari 2021
7. desember
Nú fór hann inn í halgidómin. Tað var so sera friðsælt í kirkjuni. Kirkjan var stúgvandi full av vættrum, hønum, seyði, hundum og kettum. Onkur kúgv var komin innum, og lá og jótraði í forkirkjuni. Vættrarnir hingu uppi í ljósakrúnunum og ljósastakunum. Teir vór allastaðni. Lítið visti fremmandi gesturin um náttarmessu í Oyndarfjarðar kirkju jólanátt, men hetta hugtók hann.
Jólakalendari 2021
1. desember
Tað var skýmligt og hugnaligt, og eg var ofta farin í náttkjólan. Og so tendraði hon ljósið við svávulpinninum. Ofta var søgan so fangandi, at ljósið brann niður á hálvan dagin eftir, uttan at vit varnaðust tað.
Hetta vóru av sonnum praktfullar, undurbarar løtur, sum enn sita so rimmarfastar í minninum og míni samlaðu hugmynd av jólum. Og av mammu.