top of page

Lesiprei

Ivast tú í, hvørja bók tú skalt lesa næstu ferð? Hvat siga nýggjar kanningar um lesing? Hvussu fært tú góðar lesivanar? Her kanst tú lesa um bøkur til børn og vaksin og alt, sum hevur við lesing at gera.

Samrøða, lesigleði, Týðarin

Á vitjan á pensionistaskeiði

Tað er ein serlig løta at vitja pensjonistaskeiðið á Føroya fólkaháskúla og fáa vitandi fólk í tal. Hesaferð gjørdu vit eitt prát við týðaran, Marnu Jacobsen, um týdningin av at lesa og at hava atgongd til skaldskap á móðurmálinum. 

Lesitiltøk, Lesiprei, kom og les, summarbókin

Tí skalt tú lesa hvønn dag

At halda heilan í gongd er líka týdningarmikið sum at venja einhvønn annan vødda í kroppinum. Tí er gott at gera venjingar fyri heilan við eitt nú at loysa krossorðagátur, Sudoku, spæla spøl - ella at lesa eina bók.

Jólakalendari 2021

22. desember

Mítt yndisjólaminni úr bókaheiminum er uttan iva søgurnar um Narnia. Hetta við at fara inn í eitt skáp og stíga inn í ein heilt annan veruleika við løgnum skapningum og djórum, sum kunnu tosa.

Jólakalendari 2021

19. desember

So hvørt døturnar gjørdust fleiri í tali, vórðu eisini fleiri søgur skrivaðar, og allar fimm genturnar hava onkra søgu ella mús, sum júst tær hava verið við til at finna uppá. Søgurnar eru í dag vorðnar nógvar í tali.

Jólakalendari 2021

16. desember

Ynskja tit at lesa ordiliga jólaligar bøkur, so viðmæla vit Snjósysturin og Jólagátan.
Hesar bøkurnar eru í 24 pørtum, men tit kunnu skunda tykkum at lesa teir fyrstu partarnar og so lesa ein part um dagin, so tit enda jólaaftan.

Jólakalendari 2021

13. desember

...hatta var jú langt áðrenn gás og reyðkál og annar danskt göddur jólagóði telvaði ræstan fisk og sperðil av föroyskum jólaborðum…langt áðrenn jólapynt við sölugalnum glansi og glitri fór at súrga vetrarmyrkrini sum eitt endaleyst endurtikið popplag…

Jólakalendari 2021

10. desember

Tá sá eg tað; ræðusjónina, sum eg vóni, at ongi børn nakrantíð fara at síggja. Har sat ein ógvuliga klænur jólamaður á stovuborðinum. Ein rakslánur. Hann hevði húgvuna í tí stóru hondini, og tómi posin lá á gólvinum. Klæðini vóru alt ov stór og hingu uppi á honum. Ilt var at síggja, um tað var ein jólamaður í einum reyðum tjaldi ella eitt reytt tjald í einum jólamanni. Jólatræið var koppað, og perurnar blunkaðu. Eg misti høkuna niður á bringuna, og nakkahárini stóðu sum á einari uppvaskibust; beint aftureftir. Hjartað støðgaði eina løtu, og tá ið tað fór at sláa aftur, visti tað ikki, hví tað sló, so tað sló bara triðja hvørt slag. Hann græt.

Jólakalendari 2021

7. desember

Nú fór hann inn í halgidómin. Tað var so sera friðsælt í kirkjuni. Kirkjan var stúgvandi full av vættrum, hønum, seyði, hundum og kettum. Onkur kúgv var komin innum, og lá og jótraði í forkirkjuni. Vættrarnir hingu uppi í ljósakrúnunum og ljósastakunum. Teir vór allastaðni. Lítið visti fremmandi gesturin um náttarmessu í Oyndarfjarðar kirkju jólanátt, men hetta hugtók hann.

Jólakalendari 2021

4. desember

Hon er ein av teimum góðu jólasøgunum, sum vermir okkum um hjartað. Eg hevði ynskt, at abbabørnini vóru nærri, so eg fekk lisið hana fyri teimum, tí bókin er veruliga ein gáva til foreldur og ommur og abbar at lesa fyri børnum í desember.

Jólakalendari 2021

1. desember

Tað var skýmligt og hugnaligt, og eg var ofta farin í náttkjólan. Og so tendraði hon ljósið við svávulpinninum. Ofta var søgan so fangandi, at ljósið brann niður á hálvan dagin eftir, uttan at vit varnaðust tað.
Hetta vóru av sonnum praktfullar, undurbarar løtur, sum enn sita so rimmarfastar í minninum og míni samlaðu hugmynd av jólum. Og av mammu.

Børn, lesiprei, Málmenning, lesing, ársins lesiátak

Nýtt arbeiðstilfar til barnabøkur

Myndir og orð í samspæli er gott grundarlag fyri øðrvísi floksprátum, kreativum bólkauppgávum ella til øðrvísi vinklar til ymsu lærugreinarnar í skúlanum. Eisini fyri tey minstu eru myndabøkurnar góðar at hava við hondina.

Jólakalendari 2021

24. desember

Meðan eg skrivi hesi orðini niður, kann eg ikki lata verða við at syngja tey innantanna, tey kunnu líkasum ikki skrivast, uttan eisini at verða sungin. Tey eru so vøkur, og fyri meg essensurin av jólunum

Jólakalendari 2021

21. desember

Hann nevnir hann pílagrímssangur, tó at teologar gjøgnum tíðirnar hava kritiserað innihaldið í sálminum millum annað fyri at ímyndin av menniskjalívinum ikki tekur støði í Bíbliuni. Hvussu er og ikki, so er hann ein av best umtóktu jólasálmunum í norðurlondum, eisini í Føroyum í týðingini hjá Jákupi Dahl.

Jólakalendari 2021

18. desember

- Ein lítil genta stóð við stórum eygum og helt um lærið á pápa sínum. Hon stardi út millum beinini á honum at hesum báðum køkunum, sum fóru sveimandi yvir at einum beinki og síðan upp á eitt borð, har tær minkaðu og minkaðu, til einki var eftir av teimum.
- Hmm, mutlaði hon. - Undarligar køkur.

Jólakalendari 2021

15. desember

– Ein kavamaður hyggur upp í loft.
So spyr hann ein annan kavamann:
Luktar tú gularót?
– Ha ha ha, flenna tey øll í kíki.

Jólakalendari 2021

12. desember

„Hygg granntræið hjá okkum,“ rópti Mumi­trøllið.
„Hann náði tú meg,“ segði mostir heimilin. „Men tit hava jú altíð verið nakrir serskøltar. Íðan eg noyðist víðari … skal gera mat til jóla.“
„Mat til jóla,“ tók Mumitrøllið uppaftur. „Eta jólini eisini?“

Jólakalendari 2021

9. desember

Hann valdi sær altíð “Søgurnar um móður vestanvind” at lesa. Honum dámdi hesar søgurnar, og andlitið livnaði og røddin kendist mjúkari og inniligari – sum um hann dró okkurt úr sínum egna barndómi, tá  ið hann las fyri mær.

Jólakalendari 2021

6. desember

Abbi og eg bygdu hana á hvørjum ári – tað var okkara egna traditión. Vit sótu við spísiborðið og arbeiddu. Hann drakk kaffi, og eg fekk ein barnadrekkamunn.

Jólakalendari 2021

3. desember

Hon er farin frá honum, og um hann vildi fylgt henni, liggur slóðin fjald í kava, so hann finnur ikki leiðina. Men klokkuljóðið langt burtur bindur tey kanska saman, tí hon hoyrir kanska sama klokkuljóðið?

lesing, Bókaprei, lesiprei

9 føroyskar bøkur til summarfrítíðina

- Annars haldi eg eisini, at søgurnar hjá Heðini Brú hóska sera væl til føroyska summarið, tí har eru so frálíka nógvar summarsligar náttúrulýsingar. Fyri kortum las eg Lognbrá og Fastatøkur umaftur. Deiligar bøkur, sum eru hugtakandi og lættar og skjótar at lesa.

lesiprei, Bókaprei, tíðindi, grein

Karl er vorðin Karla

Og eina ferð, tá eg var til arbeiðis á Fiskavirking í Gøtu, fekk eg hetta hugskotið um at byggja víðari upp á fyrsta morðið í bókunum, sum verður framt á Støðlafjalli. Tað gingu tó nógv ár, áðrenn eg treiv í aftur hetta hugskotið.

Jólakalendari 2021

23. desember

Óttin fyri myrkrinum tekur frælsið frá tær, og besta loysn at vinna á óttanum er at lýsa myrkrið upp. Tá flýggjar myrkrið.

Jólakalendari 2021

20. desember

Myndin var av einum jólatræi, sum stóð og skein mitt í einari stovu. Børnini dansaðu rundan um tað, og ljósið frá teimum mongu stearinljósunum á trænum lýstu andlitini á børnunum upp. Eg elskaði hesa myndina og sat ofta bara og hugdi at henni.

Jólakalendari 2021

17. desember

- Annars dámar mær væl jólini. Jólini eru hugnalig, og serliga tá fólk koma saman. Men jólini koma eisini við krøvum til, at tú skalt luttaka, og har eru vit øll ikki líka, og øll fáa ikki tikið lut í gleðini – tí skal rúm vera fyri at velja tað frá, sum nívir ein.

Jólakalendari 2021

14. desember

Tey hava sjálvi valt persónarnar, tey vilja vera, og hava síðani evnað dukkurnar. Til framførsluna spæla tey leiklutirnar, meðan ein av okkum lærarum lesur søguna upp. Tað gevur teimum so nógva gleði, og tey gerast so errin av at síggja, at tey megna at skapa eitthvørt sjálvi.

Jólakalendari 2021

11. desember

Ali Baba og Robin Hood
teir semjast sum grannar væl,
og í einum húsum har skamt ífrá
svevur Tornarósa so sæl.

Jólakalendari 2021

8. desember

“Teski eina bøn” eru uggandi orð ætlað teimum, ið illa megna hesa myrku tíð. Orð, sum tendra ljós, fyri teimum horvnu, teimum, sum bíða og sakna, sum sita uppi um næturnar. Í hesi stund, eru bara vökur orð.

Jólakalendari 2021

5. desember

Søgan í Míni jólabók var um hundin Lady, ið var funnin á einum ruskplássi og fekk eitt nýtt heim í Æðuvík. Um hvussu hon ansaði eftir vogninum, sum eg lá í, tá eg var nýføðingur, og hvussu hon leyp á sjógv fyri at bjarga einum smálambi, hóast hon var bangin fyri vatni.

Jólakalendari 2021

2. desember

Eg gloymi ongantíð reyðu skógvarnar, sum flóta burtur, tær tosandi blómurnar, krákuna, røvaragentuna við stóra knívinum og lappakonuna. Hvørja ferð eg hugsi um søguna, síggi eg myndirnar fyri mær, sum sótu vit trý enn í stóra lenistólinum, sum langt síðani er burtur, og livdu ferðina saman við Gerdu.

Børn, ung, lesivanar, kom og les

Hvat lesa børnini í summar?

- Tað er deiligt at hava summarfrí, tí so havi eg nógv meira tíð at lesa. Eg hevði ynskt at havt onkra vinkonu, sum las líka nógv sum eg, tí eg elski at tosa um tað, sum eg lesi.

bottom of page