top of page

Ummæli: Dreingirnir

15.09.20

Dreingirnir er ein ungdómsskaldsøga, sum Jessica Shiefauer hevur skrivað, Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2019. Bókin hevur vunnið Augustvirðislønina fyri ársins barna- og ungdómsbók í Svøríki í 2011. 


Fríðunn Bolstad Mortensen, 16 ár, ummælir


Genturnar Bella, Momo og Kim verða happaðar í skúlanum, og dreingirnir fara illa við teimum. Vakstrarhúsið er teirra friðskjól, har genturnar flýggja úr trupla gerandisdegnum í annan heim. Í vakstrarhúsinum er ein serstøk blóma, ið tær ongantíð áður hava sæð. Serstaka blóman hevur megina at umskapa genturnar til dreingir um náttina. Genturnar taka væl ímóti blómuni og megi hennara, soleiðis at tær um náttina eru dreingir. Genturnar kenna frælsið, ið dreingirnir hava og royna síni egnu mørk um næturnar. Momo og Bella halda tað vera stuttligt í eina tíð, men velja síðani at traðka inn aftur í veruliga heimin. Kim er drigin at hesum heimi og vil ikki aftur í veruleikan. Á ferðini fær Kim fleiri avbjóðingar, hon verður eitt nú forelskað í dronginum, Tony. Teirra samband verður tættari og tættari, men við tíðini verður Kim, sum á ferðini er ein drongur, alt meira einsamøll.

Eitt kvøldið fer hon við bili inn í ein skóg. Har sær hon ein seðil, har tað stendur “minnir” á. Hon fer at minnast aftur á tær ferðirnar, hon, Bella og Momo plagdu at leika í og hugna sær í vakstrarhúsinum, minnast løturnar, tá ið tær plagdu at lata seg í grýluklæði og spæla aðrir persónar. Eftir hetta vil Kim aftur í veruleikan, har hon er ein púra vanlig genta.


Í bókini eru nógv afturvendandi evni, eitt nú er vinalag ein sera týdningarmikil partur av søguni. Vit hoyra um tætta vinalagið, ið Momo, Bella og Kim hava, og hoyra, hvussu tær stuttleika sær. Tannáringaárini eru ein týdningarmikil partur av bókini, tí vit hoyra, hvussu ein tannáringur hugsar, og eisini hoyra vit, at tær royna síni mørk. Eins og vit kenna tað í ævintýrunum, so fara ung og tannáringar ígjøgnum avbjóðingar og broytingar. Spurningar sum “hvør eri eg?” og “hvar fara vit?” verða settir, og til tess at lýsa truplu støðurnar setir rithøvundurin eina blómu, sum hevur yvirnatúrliga megi, at broyta kaotiska gerandisdagin. Tó er náttin so long og veruleikafjar, at hon kennist sjálvtýnandi, og leitað verður aftur eftir gentutilveruni og vanliga gerandisdegnum.

Í bókini verður eisini tosað um, at genturnar ikki vilja vera vaksnar, tí tær stúra fyri, hvat fer at broytast, tá tær traðka inn í vaksnamannalívið. Tað verða sett onnur krøv til gentur enn dreingir. Gentur búnast fyrr, og dreingjatilveran kann tí tykjast meira sorgleys. Tískil gera tær uppreistur og flýggja.

Alt er ikki, sum tað sær út til at vera. Genturnar halda tað vera lættari at vera dreingir, tí tær vilja burtur úr sínum gerandisdegi, men tær finna so út av, at tær eru glaðar um at vera vanligar gentur. Ofta kann tað kennast sum, at onnur hava tað betri enn tú, men sannleikin er, at øll hava sínar avbjóðingar, og øll hava okkurt at stríðast við. Ungdómsárini eru at líkna við eina sprettandi blómu, sum er dragandi og loyndarfull. Tú snávar eisini, og tú krevur eisini at velja lívsleið tína, eins og Kim ger í bókini.


Hetta er ein ungdómsbók, og tað merkja vit eisini á skrivingarlagnum. Skrivingarlagið er lætt og kann tykjast provokerandi, og lesarin verður noyddur til at taka støðu til, hvørji mørk hann setir sær sjálvum. Heitið á bókini er Dreingirnir, men bókin snýr seg allarmest um genturnar.


Bókin er frálík og væl skrivað. Hon er ikki ov long, og lesarin keðir seg ikki. Hon kveikir, pínir, fær teg at smílast, er sorgblíð, og allir sansir eru við. Um eg skal geva bókini Dreingirnir stjørnur, so gevi eg henni fýra og eina hálva stjørnu av fimm møguligum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page