top of page

Sólvit E. Nolsø

16.09.20

Navn: Sólvit E. Nolsø

Aldur: 35

Starv: Tíðindamaður


Á náttborðinum liggja...

- Beint nú lesi eg tvær bøkur. Eg endurlesi Feðgar á Ferð eftir Heðin Brú, og eg eri stutt síðani byrjaður uppá Tú Upphavsins Heimur eftir Jens Paula Heinesen. Fyri tíð síðan setti eg mær fyri at lesa bøkurnar hjá nøkrum av væl kendu føroysku rithøvundunum. Eg las tær ikki í fólkaskúlanum og heldur ikki á miðnámsskúla. Eg helt, at eg um ikki annað átti at hava kunnleika til teirra, so eg byrjaði við bókunum hjá Williami Heinesen, og nú eri eg byrjaður uppá bøkurnar hjá Jens Paula Heinesen. Eg havi lisið tær flestu hjá Heðini Brú, men endurlesi onkra av teimum.


Eg elski at lesa:

- Fyri tíðina lesi eg mest skaldsøgur. Frammanundan havi eg lisið nógvar ævisøgur, serliga politiskar, men havi lagt á annan bógv nú. Føroyskar ævisøgur eru tíverri ein mangulvøra. Seinasta ævisøga eg las, var tann um amerikanska hermannin og politikaran, John McCarin. Skaldsøgurnar eru oftast á føroyskum, men tað er ikki nakað, eg havi lagt meg eftir. Til dømis las eg Stormfuglarhjá Einari Kárason herfyri.

- Eg havi ein lítlan krók á eini sofu í køkinum, har eg ofta siti og lesi. Tað er sum oftast um kvøldarnar, tá børnini eru løgst, at eg havi tíð at lesa. Tær fáu ferðir mær er unt at vera einsamallur heima, lesi eg eisini.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

- Ikki Fyrrenn Tá eftir Oddfríð M. Rasmussen. Hana havi eg lisið í summar. Hon er ótrúliga sterk, djørv og væl skrivað. Hon er ikki løtt at lesa. Tað skal skiljast soleiðis, at lýsingarnar av sjúku kvinnuni og manninum, sum meir og meir dettur sundur, eru ógvuliga veruligar og ikki innballaðar. Tað leggur tó nógv afturat góðskuni í frásøgnini, at einki verður ballað inn. Tað eru fáir persónar í bókini og fáir pallar, ið verða nýttir, men tað forðar ikki høvundanum í at hava eina góða søgu, ið flytir seg frameftir í einum góðum tempo, so ein ongantíð missir áhugan fyri, hvat hendir á næstu síðu.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

- Nei, tað kann eg ikki siga, at eg havi funnið enn. Tað er kanska eisini gott, tí um so var, eg longu hevði funnið yndishøvundin ella yndisbókina, hevði eg ikki nakra orsøk framhaldandi at leita eftir teimum.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

- Í løtuni standa tvær og bíða: Leksikon Um Ljós og Myrkur eftir Simon Stranger og Ein táttur er silvur eftir Sólrun Michelsen. Eg keypti konuni Ein táttur er silvur í gávu herfyri, og hon hevur lisið og viðmælir hana.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page