Nýtt arbeiðstilfar til barnabøkur
02.02.23
Í vikuni varð nýtt arbeiðstilfar til myndabøkur lagt á heimasíðuna hjá Bókaslúkinum. Tilsamans er arbeiðstilfar nú tøkt til 37 norðurlendskar myndabøkur.
Norðurlendski Bókaslúkurin hevur til endamáls at gera norðurlendskar myndabøkur atkomiligar fyri øll børn – og vaksin – í øllum norðurlondum. Síðani átakið fór í gongd í 2021, eru 37 arbeiðsmannagongdir framleiddar til myndabøkur. Harímillum eru fimm upprunaføroyskar bøkur og fýra, ið eru týddar til føroyskt. Sjálvar arbeiðsmannagongdirnar eru eisini á føroyskum máli, og er tilfarið sostatt lætt og einfalt at fara í holt við.
Arbeiðstilfarið vendir sær til ein breiðan barnaskara upp til á leið 12 ára aldur. Myndabøkurnar verða valdar út frá listanum yvir bøkur, sum gjøgnum árini hava verið í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Bøkurnar eru tí sera ymiskar í stíli og vavi. Í summum av bøkunum er nógvur tekstur, í øðrum sleppa myndirnar til orðanna. Myndir og orð í samspæli er gott grundarlag fyri øðrvísi floksprátum, kreativum bólkauppgávum ella til øðrvísi vinklar til ymsu lærugreinarnar í skúlanum.
Les eisini: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur
Eisini fyri tey minstu eru myndabøkurnar góðar at hava við hondina. Tað verður lagt upp til, at ein vaksin lesur við teimum smærru, og at tosað verður um tað, tey finna í bókunum. Her kunnu samrøðurnar snúgva seg um at lesa andlitsbrá, at tosa um kenslur ella at skapa sær sum djórini í bókini.
Alt tilfarið er at finna á www.bokslukaren.org, og er tað ókeypis hjá øllum at nýta. Føroyar lesa er føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum, sum hevur framleitt tilfarið, og vit vóna, at dagstovnar og skúlar taka væl ímóti tilfarinum.
Hava tit viðmerkingar, rís og rós til tilfarið, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á samband@foroyarlesa.fo.
Les eisini samrøðuna við Dánial Hoydal um Abbi og eg og abbi
Myndabøkur á upprunaføroyskum:
Stríðið um tað góða grasið. Orð og myndir eftir Bárð Oskarsson
Abbi og eg og abbi. Orð: Dánial Hoydal, myndir: Annika Øyrabø
Loftar tú mær. Orð og myndir: Rakel Helmsdal
Træið. Orð og myndir: Bárð Oskarsson
Týddar myndabøkur:
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur. Orð og myndir: Jakob Martin Strid
Sunnudagur. Orð: Kim Fupz Aakeson, myndir: Eva Erisson
Mítt botnlív. Orð: Linda Bondestam
Neyðars skrímsl. Orð: Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Myndir: Áslaug Jónsdóttir.
Øll telja við. Orð og myndir: Kristin Roskifte