top of page

Lesi- og skrivivika í Hvalvíkar skúla

09.10.23

Í farnu viku hevði Hvalvíkar skúli lesi- og skriviviku. Endamálið við lesi- og skrivivikuni var at menna lesing og skriving umframt at geva næmingunum høvi at hugdýpa seg í skapandi virksemi.


Vikan var skipað soleiðis, at dagurin byrjaði og endaði við felagsløtu við sangi og upplestri.

Sjálv lesingin var fjøltáttað, har skift var millum upplestur, parlestur og sjálvlestur. Harumframt arbeiddu næmingarnir við uppgávum til summar bøkur. Skúlin hevði m.a. lánt floksettini Pippi Langsokkog Gullleyvuna frá Námi, sum vóru nýttar til upplestur við smáum uppgávum til næmingarnar at loysa.


Mitt á skúladegnum var skriving á skránni, har næmingarnir vandu at skriva við hond.

Vikan endaði við skapandi virksemi, har næmingarnir nálatøvdu hvør sín lesibólt, sum kann hjálpa næmingunum at varðveita ró og bindindi í kroppinum, og tey málaðu hvør sítt lesitrøll. At enda fingu næmingarnir eina tasku frá Føroya lesa og ynsktu hvør øðrum góða heystfrítíð.


Les eisini: Soleiðis kunnu vit eisini tosa um myndabøkur


Heimaarbeiðið snúði seg um endurtøkulesing, har næmingarnir lósu sama brot tríggjar ferðir upp fyri foreldrunum, meðan tey tóku tíð. Hetta vísti seg at vera sera jaligt fyri næmingarnar sum upplivdu, at lesiferðin øktist fyri hvønn upplestur.


Samanumtikið var vikan sera væl eydnað, og bæði lærarar og næmingar lótu væl at lesi- og skrivivikuni. 

- Vit hava verið ótrúliga glað fyri hesa vikuna. Vit hava havt glað børn og fingið góð úrslit av lesivenjingunum. Tað hevur givið góða meining at samantvinna tað bókliga og tað handaliga, ikki minst fyri skriftligu venjingina hjá næmingunum. Eg haldi avgjørt, at hendan vikan hevur givið okkum nakað eyka, sigur Joan Kannuberg, lærari í Hvalvíkar skúla.


Ráðgevarnir Asta, Henny og Emmy úr Námi ráðløgdu saman við lærarunum lesivikuna. Síðsti dagurin varð brúktur til skapandi virksemi, og dagurin endaði við hugnaligari felagsløtu og eftirmeting.


Niðanfyri eru nakrar myndir frá vikuni.


Kundi tín flokkur hugsað sær at fingið vitjan av Føroyar lesa? Set teg í samband við okkum á føroyarlesa@nam.fo   

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page