Les eina gula bók og vinn eitt páskaregg
16.03.23
Á skúlabókasavninum í Skúlanum við Streymin eru tey farin í holt við eina lesikapping. Kappingingin innber, at næmingarnir lesa so nógvar gular bøkur sum gjørligt.
- Vit vildu gera eitt lesiátak fram til páskirnar, og tað endaði við eini kapping um at lesa flest gular bøkur, greiðir Thordis Dahl Hansen, bókavørður, frá.
Fyri at luttaka skulu næmingarnir lesa onkra bók við gulum liti. Síðani skulu tey skriva eitt stutt ummæli á eitt skjal, ið er skapað sum eitt egg, ið síðani verður latið bókasavninum. Fyri hvørjar 10 síður fáa næmingarnir eitt mini egg, tó ikki fyrr enn teir eru lidnir við bókina. Og øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum um at vinna eitt páskaregg.
- Vit mugu siga, at hetta hevur sett gongd á. Vit hava afturvendandi lesitiltøk, men vit hava ongantíð upplivað ein áhuga sum hesaferð. Næmingarnir eru sera ágrýtnir og stilla seg út í kavan í fríkorterinum at lesa.
Les eisini: Pápar: Lesið við børnunum
Tað er tríggjar bøkur ella røðir, ið hava víst seg at vera væl umtóktar millum yngru næmingarnar. Tað er bøkurnar um træhúsið, krabbabøkurnar um Heina og bøkurnar um Herviliga Henry. Eldru næmingarnir lesa ymiskar ungdómsbøkur á ymiskum málum.
Men tað eru ikki bert børnini, ið hava fingið hug at lesa. Sjokolátaeggini hava eisini lokkað tey vaksnu at lesa.
- Tey vaksnu lesa nógvar krimibøkur, havi eg lagt til merkis. Til høvið hava vit stillað tær flestu av okkara gulu bókum fram, og har síggja vit, at tey vaksnu velja sær krimibøkur við onkrum gulum á, sigur bókavørðurin.
Les eisini samrøðu við námsfrøðingin um týdningin av at lesa við børnunum
Kappingin um páskareggið heldur fram til 30. mars, og longu nú eru nógv gul ummælið komin í krukkuna. Tá átakið er liðugt, verður ein vinnari funnin. Bókavørðurin sigur, at vinnarin kann gleða seg til at vinna eina gula bók saman við páskaregginum.