top of page

Lena Anderssen

16.09.20

Navn: Lena Anderssen

Aldur: 45

Starv: Tónlistakvinna


Á náttborðinum liggja…

Sum oftast ein føroysk bók og ein ensk. Í løtuni er tað Góða systir – ein dagbók til Arnvør, sum Margit M. Baadsager hevur skrivað. Og so lesi eg When the Body Says No hjá Gabor Maté.


Eg elski at lesa…

tá eg ferðist ella onkrar leygarmorgnar, tá tú kanst dasa eitt sindur longri. Tá er hugnaligt at lesa ein part ella tveir áðrenn morgunkaffi. Fyrr plagdi eg at keypa eina bók og meira ella minni steingja meg inni á kamarinum eitt heilt vikuskifti, meðan eg las bókina á tamb. Skal tó viðganga, at tað eru nøkur ár síðani, eg gjørdi tað seinast. Men mær dámar væl at uppliva eina bók upp á ein intensan máta. Eg fái allarmest burturúr, um eg lesi hana skjótt og væl, heldur enn eitt sindur her og eitt sindur har.

Av tí at eg eri uppvaksin í Kanada, so lesi eg nógv á enskum. Men eg njóti eisini at lesa føroyskar bókmentir.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

Chronicles eftir Bob Dylan. Tað hevði verið genialt, um hon varð týdd til føroyskt.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

- Eg havi sum so onga bók ella høvund, sum eg kann kalla yndis. Tað er sum við tónleiki. Tað eru so nógvar ymiskir skrivihættir og mátar at málbera seg. Summar tíðir vil eg helst lesa yrkingasøvn, aðrar tíðir skaldsøgur og so onkuntíð okkurt meiri vísindaligt, so sum ein dokumentarskaldsøga kann bjóða. Annars dámar mær væl Jeanette Winterson, Toni Morrison og John Irving.  Charles Bukowski er nokk tað nærmasta, eg komi til ein yndishøvund.

- Og so er tað Heðin Brú. Eg gloymi ongantíð ta tíðina, tá eg arbeiddi á flakavirki. Vit stóðu við flutningsbandið og skóru flak og høvdu oyratelefonir á, har tú kundi hoyra útvarpið. Tað fekk tíðina at ganga. So ein dagin fór útvarpið í verkfall, so alt bleiv kvirt í hesum vælsignaðu oyrabúffunum. Men so setti formaðurin eina ljóðbók á. Hetta var Feðgar á ferð, sum Marius Johannesen las. Við hvítari svintu, flakaknívi, hárneti og oyrabúffum, upplivdi eg skaldskap av hægsta kalibur. Við Heðini Brú í oyratelefoninum gekk tíðin skjótari enn nakrantíð. Og eg var nærmast ørg, tá verkfallið var av.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

- Ein táttur er silvur eftir Sólrún Michelsen

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page