Hvussu fáa vit ung at lesa meira?
02.11.22
Á Býarbókasavninum hava tey í seinastuni spílað seg út fyri at røkka yngru lesarunum. Í tí sambandi hava tey fingið eitt spildurnýtt ungdómsbókasavn, og næsta stig er at stovna lesibólkar fyri ung.
- Ungdómsbókasavnið er ein roynd at geva teimum ungu meira rúmd á bókasavninum. Tey ungu hava altíð havt meir tilvildarligt rúm her á Býarbókasavninum. Vit vilja fegin hava tey at koma inn her til okkara at lesa og at lána bøkur, men gjarna eisini fyri at sita og gera skúlating, spæla borðspøl o.a. Okkara mál er at fáa tey ungu til at gerast brúkarar av bókasavninum, greiðir Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður frá.
Hon sigur, at nýggju karmarnir til tey ungu gjørdu mun alt fyri eitt, og at hølini dagliga eru nógv í brúk.
- Vit sóu ein mun beinanvegin. Tey ungu sita her um dagarnar, og nógv ung - og vaksin - hava verið og hugt eftir hølunum. Vit hava leingi opið um dagarnar, so tey kunnu sita her heilt til klokkan 20 gerandisdagar. Um vikuskiftið hava vit opið til klokkan 17, men leygarkvøld hava vit spælikvøld til klokkan 23, og tá koma heilar familjur, ung og vaksin fyri at spæla borðspøl, sum eisini er sera væl umtókt.
Les eisini: Ungdómsbøkur og skriviskeið fyri ung á Bókadøgum
Lesiringar fyri ung
Næsta stigið aftaná at fáa ungdómsbókasavnið til høldar, er at seta brúkararnar saman við sjálvum bókunum fyri at stovna lesiringar fyri ung.
- Vit hava sum mál at fáa børn og ung at lesa meira, og ein liður í tí er at stovna lesibólkar fyri ung, har tey kunnu savnast um góðu bøkurnar.
Hví er tað gott at vera við í lesibólki?
- Tað er einsligt at lesa. Ein kann ganga við nógvum tankum, tá ein hevur lisið eina bók. Tá er gott at kunna deila sítt áhugamál við onnur, t.d. í einum lesibólki. Harafturat er tað gott fyri tað sosiala. At fáa nýggjar vinir og ein nýggjan felagsskap.
Hanne Magnussen, bókavørður, sigur, at tað ofta er tað sama mynstrið, ið vísir seg millum ung.
- Ung lesa sera lítið. Børn lesa ofta nógv, men so dalar áhugin, tá tey gerast eitt sindur eldri.
Hetta vil Býarbókasavnið fegið gera nakað við.
- Men okkum manglar lesarar til lesiringarnar. Tað eru serliga tey 14-18 ára gomlu, sum mangla. Vit hava fingið nakrar fyrispurningar frá ungum, sum eru eldri og yngri enn júst hesin aldursbólkurin, men tað skulu helst vera eini 5-6 í hvørjum bólki, fyri at vit kunnu stovna lesibólkarnar. Tí vilja vit fegin frætta frá øllum ungum, sum eru glað fyri at lesa og kundu hugsað sær at roynt at verið við í einum lesibólki.
Les eisini: Hvat nú, um eg fann eina beinagrind?
Ætlanin er, at lesibólkarnir hittast á ungdómsbókasavninum eina ferð um mánaðin kl. 18.30-20. Býarbókasavnið samskipar arbeiðið við at stovna lesibólkarnar, og ungdómsbókavørðurin verður til staðar fyri at leggja lag tá, tá lesibólkarnir hittast fyrstu ferð, síðan koyra lesibólkarnir sjálvir.
Set teg í samband við Býarbókasavnið, um tú ynskir at luttaka í einum lesibólki fyri ung: bbs@bbs.fo og 302030.