Hvønn skriva vit til, um eingin tímur at lesa?
24.10.24
Mentanarvirðislønir landsins vóru í gjárkvøldið handaðar trimum listafólkum á samkomu í Varpinum í Klaksvík. Allar tríggjar virðislønirnar vórðu latnar listafólki, ið á hvør sín hátt arbeiða við føroyskum skaldskapi. Í takkarrøðuni legði Beinir Bergsson dent á týdningin av at lesa.
“At skriva er eitt starv, eitt listarligt arbeiði”, byrjaði Beinir Bergsson sína takkarrøðu, tá hann í gjárkvøldið varð heiðraður við Virðisløn landsins til ungt listafólk.
Beinir Bergsson hevur verið ein av eyðsýndu høvundunum, ið hava givið afturljóð seinastu árini bæði her heima og uttanlands. Hetta hóast hann bert hevur tvær útgávur í skjáttuni, yrkingasøvnini Beinagrindir (2017) og Sólgarðurin (2021). Bæði yrkingasøvnini vóru væl móttikin og krýnd við heiðurslønum og viðurkenningum. Harafturat er Sólgarðurin týtt yvir í fýra mál.
Beinir Bergsson hevur við sínum yrkingum sýnt stórt dirvi við at seta orð tað trupla og tað eyma. Í Beinagrindir setir hann orð á sorgina yvir at missa foreldur, og í Sólgarðinum er tað erotikkur og eymleiki millum menn, sum verður settur í spæl millum blómurnar.
Les eisini: Sólgarðurin er ein uppgerð við karikeraðu myndina av manninum
Í takkarrøðuni setti høvundurin orð á týdningin at lesa, og hvussu hesin hongur saman við arbeiðinum at skriva, og umstøðurnar sum skulu til fyri at ala upp bæði høvundar og lesarar.
“Og ikki minst lesarin. Tað kann vera ørkymlandi at liva í eini tíð, har fleiri granskingar vísa á, at lesivanar vikna. Tá fólk tíma verri og verri at lesa. Ynskja vit, at fleiri fólk skriva, mugu vit tryggja okkum, at fólk lesa. Og at umhvørvi er til at skriva. Og ynskja vit, at fleiri skulu lesa, mugu vit skapa karmarnar”.
Vit kunnu bert taka undir við orðunum hjá unga listamanninum og gleðast um, at hann í síni takkarrøðu minti almenningin og lóggevandi valdið á lesivanakanningina frá 2017/2018, sum er sjálvt grundarlagið undir Føroyar lesa. Lesarar krevja góðar tekstir frá høvundum, sum fáa umstøður at arbeiða undir, at skapa gróðrarlíkindi undir nýggjum skaldaspírum. At lesa og at skrivahanga óloysiliga saman.
Les eisini: Pápar, lesið við børnunum
Týðing og myndprýðing
Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, handaði somuleiðis Heiðursgávu landsins til amerikonsku Randi Ward, sum í mong ár hevur arbeitt við at týða føroyskar bókmentir til onnur mál, og á tann hátt gera vart við føroyskar bókmentir í útheiminum. Týðing av minnilutamáli sum okkara er av alstórum týdningi fyri virksemi hjá føroyskum høvundum, so føroyska málið kann røkka út um landoddarnar.
Seinasta heiðurslønin í gjárkvøldið var Mentanarvirðisløn landsins, sum varð latin myndlistamanninum Hanna Bjartalíð. Hanni Bjartalíð hevur starvast í nógv ár sum myndlistamaður, og hevur sýnt stórt fjølbroytni í sínum listarliga arbeiði við eitt nú installatiónum úr træ. Úr bókmentunum kenna vit best Hanna Bjartalíð sum myndprýðara av barnabókunum um Pingelipongin í Hvør fjalir seg-røðini eftir Marjun Syderbø Kjelnæs og Í geyma eftir Dánial Hoydal.
Føroyar lesa ynskir øllum Beiniri, Randi og Hanna hjartaliga til lukku við heiðurslønunum.
Les eisini: Børn í Norðurlondum lesa minni og verri
Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar av tiltakinum. Sí fleiri myndir á Kringvarp Føroya.