top of page

Gentur lesa meiri enn dreingir … er tað so einfalt?

16.09.20

Dreingir lesa minni enn gentur, teir hava verri lesiførleikar enn gentur, og teir eru ikki eins nógv áhugaðir í bókmentum sum gentur. Soleiðis verður stundum lagt fyri, tá hagtøl, sum avdúka lesivanar hjá kynunum, verða almannakunngjørd. Men er tað nú so einfalt?


Ole Storø, sum arbeiðir í norska felagsskapinum !les, heldur tað verða spell, at bókmentir verða lýstar sum nakað, ið bara hoyrir gentum og kvinnum til. Storø heldur ikki, at ein tílík útsøgn eggjar mannfólki og dreingjum til at lesa meiri, men at hon tvørturímóti endurtekur ein óneyðugan retorikk. Hóast hagtøl siga, at gentur lesa meiri enn dreingir, so kunnu dreingir eisinihava eina sterka og góða lesiuppliving. Og hóast hagtøl siga, at gentur hava betri lesiførleikar enn dreingir, so kunnu dreingir eisini vera stinnir lesarar. Storø minnir okkum á, at bókmentir ikki snúgva seg um hagtøl og prosent. Bókmentir snúgva seg hinvegin um upplivingar, hugleiðingar, íblástur, undirhald, tráan og frið. Allir lesarar kunnu til dømis svara hesum spurningum í mun til ein ávísan tekst:


  • Hvat sigur teksturin tær?

  • Hvønn týdning hevur hann í tínum lívi?

  • Hví hevur hann henda týdning?


Slíkir spurningar fáa lesaran at varnast sítt egna virði heldur enn at varnast alt tað, sum hann ikki hevur lisið. Endurtøkan, sum sigur okkum, at dreingir einki lesa, kann vera sjálvstyrkjandi. Til alla lukku kunnu góðar lesiupplivingar eisini økjast av sær sjálvum, um vit í størri mun leggja dent á hesar upplivingar, og at lýsa tær í skúlunum, miðlunum, og aðrastaðni.


Svarið er tí: Nei, tað er ikki so einfalt, at annað kynið lesur meiri og betur enn hitt. Tað er ein persónlig uppliving at lesa eina bók, og henda uppliving kann tí ikki bert nýtast sum hagfrøðiligt tilfar. Eins og aðrar góðar upplivingar kann lesiupplivingin nevniliga ikki mátast í tølum.


Kelda: periskop.no

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page