top of page

Fía Lindenskov

19.02.21

Navn: Fía Lindenskov

Aldur: 42

Starv: Kveikjari á ALS


Á náttborðinum liggja:

Eg lesi altíð fleiri bøkur samstundis. Ella rættari, um eg troyttist av einari bók so lati eg hana liggja eina tíð og fari heldur í holt við eina aðra.

Á náttborðinum liggja í løtuni: Jordens Søjler eftir Ken Fottet, Hvad er et menneske eftir Svend Brinkman og Kjarr eftir Rakel Helmsdal. Aðrastaðni í húsinum liggja Kunsten at leve lykkelig -samrøður við Dalai Lama eftir Howard C. Cutler og Kapitalen eftir Thomas Piketty


Eg elski at lesa:

Mær dámar best at lesa skaldsøgur og lesi javnan klassikarar.


Hevur tú ein yndisrithøvund ella yndisbók?

Tað dugi eg ikki at siga. Men fyri at nevna nakrar, so dámar mær væl William Heinesen, Marianne Fredriksson, Frantz Kafka, Antony Doerr, Gabriel García Márquez og sjálvandi J.K. Rowling.

Á listanum yvir yndisbøkur kann eg nevna: Kærlighed i koleraens tid eftir Gabriel Garciá Marquez, Vi, de druknede eftir Carsten Jensen og Madame Bovary eftir Gustave Flaubert.


Er tað nøkur bók, ið hevur havt serligan týdning fyri teg?

Ja, fleiri. Processen eftir Kafka gjørdi stórt inntrykk á meg. Sera órógvandi, men stór uppliving. Og Forbrydelse og straf eftir Dostojevski. Og Madame Bovary. Eg kundi nevnt 100.

Men eina, sum eg minnist væl, var tá eg sum barn ella stór smágenta las Erik Menneskesøn eftir Lars-Henrik Olsen. Hon gjørdi eitt sera stórt inntrykk á meg. Eg var púra vekk og fekk stóran áhuga í norrønari gudalæru av tí sama. Ein sera góð barna- og ungdómsbók um dirvi og kærleika blandað saman við søgnunum úr norrønu gudalæruni.


Hvør stendur næst á lesilistanum:

Tann, ið stóð næst á lesilistanum, var Kjarr eftir Rakel Helmsdal. Men hana fekk eg í føðingardagsgávu frá mammu fyrr í mánaðinum. Eg eri júst byrjað uppá hana og hon er sera fangandi. So eg veit ikki, hvør er næst lesilistanum. Men eg eigi nógvar bøkur, ið eg ikki havi lisið enn, so ein av teimum næstu á lesilistanum er Idioten eftir Dostojevskij. Ein klassikari, ið eg eigi til góðar.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page