top of page

Bókaklubbi á Argjahamri

20.08.24

Hetta skúlaárið fer Skúlin á Argjahamri at gera eina eyka roynd at fáa næmingar í miðdeild at lesa meira. Tí hava nakrir lærarar og bókasavnið í skúlanum tikið stig til ein bókaklubba. Hugskotið við bókaklubbanum er at fáa næmingar at hava ein vaksnan við í bókaklubba. 

 

 - Vit fara at hava bókaklubba 3. hvørja viku fyri næmingum í 4.-6. flokki, og vit hava lagt upp til, at tey hava ein vaksnan við. Tað kann vera eitt foreldur, eitt eldri systkin, omma, abbi ella onkur annar í familjuni, sum  hevur hug at lesa saman við næminginum, greiðir Guðrið Reinert frá, sum er tann eini av lærarunum, ið hava tikið stig til bókaklubban.


Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?


Guðrið greiðir frá, at tey á Argjahamri royndu seg við einum øðrum átaki síðsta skúlaár, men at tað ikki eydnaðist so væl. Hesaferð fara tey at royna at fáa foreldrini við, sum ofta vísir seg at vera tað, sum skal til. 


 - Vit fara at byrja við bókini Rýmingarnir eftir Ulf Stark. Næmingarnir og tey vaksnu skulu lesa bókina heima, og vit hittast so í bókaklubbanum at tosa um bókina. Vit ætla okkum at gera nógv burturúr fyri at fáa tað so hugnaligt sum til ber. Vit fara at fáa okkum ein drekkamunn og arbeiða kreativt við bókini aftaná. Hvørt kvøld fáa næmingarnir eina nýggja bók við heim at lesa til næstu ferð.


 - Og vit enda kvøldið við at lesa fyrsta brotið saman, so gongd kemur á. Saman við bókini fáa øll ein faldara frá okkum, har tey kunnu skriva orð og tankar um bókina í. 


 Bókaklubbin á Argjahamri hittist á fyrsta sinni í morgin, 21. august kl. 18.30-20.30.


Les eisini: 6 góð ráð til at stovna ein lesibólk

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page