top of page

Bókaslúkurin: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur

13.09.22

Í dag var nýtt arbeiðstilfar almannakunngjørt, harímillum tilfar til bókina Abbi og eg og abbi, sum er í uppskoti til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Ætlanin við Bókaslúkinum er at gera tað lættari fyri børn og ung at arbeiða við barnabókum í hinum norðurlondunum. 


Seinasta árið hava Føroyar lesa verið við í arbeiðsbólki, sum hevur til endamáls at gera norðurlendskar barna- og myndabøkur lættari atgeingiligar millum børn í norðurlondum. Nordisk Kulturkontakt hevur tikið stig til átakið og savnað framleiðarar til tilfarið úr øllum norðurlondum. 


Høvuðstankin við Bókaslúkinum er, at tað skal gerast lættari fyri foreldur, námsfrøðingar og lærarar, ið arbeiða við børnum, at tosa við børn um bókmentir úr hinum norðurlondunum, soleiðis at vit kunnu vera við til upplýsa børn um bókmentir í okkara grannalondum.


Á heimasíðuni bokslukaren.org er í skrivandi stund tilfar at finna til 52 norðurlendskar barnabøkur, og eftir ætlan skal nýtt arbeiðstilfar framleiðast og leggjast á heimasíðuna tvær ferðir um árið. Arbeiðstilfar verður framleitt til allar myndabøkurnar, sum eru í spæl til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Allar bøkur eru ikki at fáa á føroyskum máli, men dentur er lagdur á at gera føroyskt arbeiðstilfar til tær bøkur, sum eru á føroyskum ella sum eru týddar til føroyskt.


Les eisini: Myndir frá Lesidegnum


Í dag varð nýtt tilfar almannakunngjørt til bókina Abbi og eg og abbi eftir Dánial Hoydal og við myndprýðingum eftir Anniku Øyrabø. Harumframt er arbeiðstilfar til Træið eftir Bárð Oskarsson, Loftar tú mær? og Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal. Aðrar bøkur, sum eru ella verða tøkar á føroyskum, eru Øll telja við (2020), og komandi mánaðirnar gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út Mítt botnlív og Georg er horvin. 


Tilfarið er ætlað børnum í dagstovnaaldri og upp til á leið 7. flokk. Umframt at vera væl egnað sum arbeiðstilfar í lærugreinini føroyskt, er tilfarið væl egnað í lærugreinum sum myndlist, náttúru og tøkni, norðurlendskum máli og øðrum lærugreinum, har evni úr myndabókunum er viðkomandi. Fyri børn í dagstovnaaldri er arbeiðstilfarið væl egnað sum málmenning, samrøðubøkur um trivnað, gerandisdag og hugflog og sum íblástur til kreativar verkætlanir. Arbeiðstilfarið leggur upp til samrøður og kreativar uppgávur og kann setast saman eftir tørvinum á hjá læraranum, námsfrøðinginum ella foreldrunum. Bert hugflogið setir markið. 


Arbeiðsbólkurin í Bókaslúkinum er settur saman av fólki, ið á ein ella annan hátt fáast við bókmentir. Tað veri seg myndprýðarar, rithøvundar, lærarar, námsfrøðingar, bókavørðir og onnur, ið so ella so arbeiða við miðlan av bókmentum. 


Føroyar lesa fegnast um tilfarið, og okkara vón er, at tilfarið verður til gleði fyri so nógv føroysk børn sum gjørligt.


Les eisini: Hvussu væl kennir tú Manga?

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page