Altjóða yrkingadagur:
Eg elski bøkur
21.03.22
Í dag er altjóða yrkingadagur. Tað vilja vit hátíðarhalda við at endurgeva yrkingina "Eg elski bøkur" eftir Bubbi, og sum Martin Næs hevur týtt úr íslendskum.
"Eg elski bøkur" var týdd til føroyskt í 2003 og er soljóðandi:
eg elski bøkur
sum málningar og litir orðini tey koma
móðurleysar stavir í fostur eg tók
bókin er gandur sum tíðina fjalir
hugflog títt mennist við at kaga í bók
bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur
vist var lívið fátækt, var her eingin pennur
okkum orð og bøkur ella kvæði gav
jú, vist var lívið syrgiligt, var her bara sjónvarp
sigling um andans víða úthav
bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur
- endurgivin við loyvi úr Við sjógvin - týddar yrkingar og týddir sangir eftir Martin Næs. Sprotin gav savnið út í 2021. Í savninum eru yrkingar eftir norðurlendskar høvundar og sangskrivarar at finna, sum Martin Næs hevur týtt gjøgnum árini.