top of page

9. desember

09.12.21

“Tað var ikki ofta, at tað hendi, men við hvørt plagdi pápi at lesa fyri mær í einum bláum ruggustóli inni í stovukrókinum.


Sum veturin nærkaðist, og dagarnir styttust og kølnaðu, plagdi mamma, helst tí tað var neyðugt, at lokka pápa í øllum stillum at kynda við pinnabrenni í ovninum og taka meg upp í føvningin. Mamma var ongantíð har. Hon var altíð í køkinum og ruddaði eftir døgurða.


Hann valdi sær altíð “Søgurnar um móður vestanvind” at lesa. Honum dámdi hesar søgurnar, og andlitið livnaði og røddin kendist mjúkari og inniligari – sum um hann dró okkurt úr sínum egna barndómi, tá  ið hann las fyri mær.


Pápi var eingin serliga eymur maður, serliga tá ið eg var lítil drongur, so við hvørt var tað bæði keðiligt og ófjálgt at sita í fanginum. Men kortini dámdi mær at vera so tætt at hesum fjalli av einum manni, sum eg nóg illa kendi. Eg luktaði Old Spice barbersprittið og Manhattan í andanum, og tá ið hann blaðaði síðurnar um á bókini, sum var bundin inn í leður, stóð angin av saguspønum av fingrunum. Hann brúkti nógva tíð í verkstaðnum í bilhúsinum, har hann tók sær av løttum aftan á langan dag sum stjóri á eini framhaldsdeild.


Eg lesi fyri synunum. Eg lesi bara enskt. Eg vóni, at teir hava tað fjálgari í mínum fangi enn eg hevði tað hjá pápa. Eg varnist, at teir hava lættari við at leggja seg væl til rættis, tá ið eg taki eina bók úr hillini, sløkki sjónvarpið, telduna og telefonina. Eg hugsi, hvussu teir munnu lukta meg. Saguspønir? Heilt víst.


Av nøkrum øðrum? Eg hugsi, hvussu tolni, hiti og umsorgan munnu lukta.”


Joel Cole er listamaður og kendur fyri síni vøkru listaverk úr viði. Hann er búsitandi á Saltnesi saman við konuni, Kristinu, og báðum synunum.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page