5 fín poddvørp
12.07.22
Summarið er her – ella tað sigur álmanakkin í øllum førum. Óansæð veður og árstíð er hvør dagur lesidagur fyri okkum bókaormar. Men sjálvt teimum ídnastu lesarunum tørva viðhvørt íblástur til næstu søguna. Tí hava vit funnið fimm fín poddvørp, sum viðgera ymisk spennandi evni í bókmentunum.
1. Kærleika fáa vit ikki nokk av
Talgildi miðilin Heartbeats setur við røðini Lit love fokus á tað ótømandi evnið: kærleika. Gjøgnum samrøður við ymiskar rithøvundar verður roynt at koma nærri evninum, sum fyllir so nógv í bókmentunum. Ein av gestunum, er ungi Thomas Korsgaard, sum fyri stuttum varð heiðraður við De Gyldne Laurbær fyri skaldsøgurnar um Tue, ið veksur upp undir trongum korum.
Í poddinum hugleiðir Korsgaard, sum júst er vorðin stakur, um kærleikan. Hann setir m.a. spurnartekin við hetta at eiga ein annan og megina í at lata ein elskaðan fara.
Lurta eftir Lit love her.
2. Bókabrævkassin: Hvør bók passar til mín?
“Eg skal ein túr til Írlands og vil fegin lesa eina skaldsøgu, sum gongur fyri seg har. Hvat vilja tit viðmæla mær at lesa?”
“Vit skulu vera foreldur, og eg havi lisið allar hugsandi bøkur um at gerast mamma. Men hvat skal komandi pápin lesa?”
“Eg kundi hugsað mær hugskot til bøkur, har høvuðspersónurin er úr LGBTQ+ umhvørvinum. Kunnu tit hjálpa?”
“Eg leiti eftir skaldsøgum um mynsturbrótarar. Hava tit okkurt hugskot?”
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum bókabrævkassin hjá bókasavninum í Lyngby skal svara í poddvarpinum Bogbrevkassen. Kanska tú situr við líknandi spurningum?
Bogbrevkassen er framleitt av bókasøvnunum í Lyngby-Taarbæk. Til ber at lurta á heimasíðu teirra ella á Spotify.
Les eisini: 9 føroyskar bøkur til summarfrítíðina
3. Fjølbroytti krókurin
Einasta føroyska poddvarpið um bøkur, er Lesikrókurin. Lesikrókurin er eitt samstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya. Lesikrókurin kemur eina ferð um mánaðin í vetrarhálvuni og verður sent í KvF. Poddvarpið hevur skiftandi gestir, sum umrøða bøkur, ið Sprotin gevur út. Skiftandi gestirnir hava hvør sínar fyritreytir fyri at tosa um bókina, sum letur upp fyri fleiri og øðrvísi vinklum uppá søgurnar.
Vertur er Eyðun Klakstein, journalistur.
Tær nýtist tó ikki at bíða eftir vetrinum fyri at hoyra poddarnar. Allir partarnir kunnu hoyrast á Sprotin.fo, kvf.fo ella á Spotify.
4. Lesing sum lekir
Eitt heitt evni í bókmentunum er sjúka. Hetta hava Bókasøvnini í Keypmannahavn eisini sæð, og tí hava tey framleitt poddvarpið Litterær lindring, har tey hyggja nærri eftir brotum úr útvaldum skaldsøgum og stuttsøgum, sum viðgera sjúku og líðing. Eitt áhugavert poddvarp, sum hóast kanska tyngjandi evni, gevur vón og - vónandi - linnan.
Hvør poddur er á leið 15 minuttir til longdar. Ein hóskandi bókmentalig vitamin til dagin og vegin.
Poddurin er framleiddur av Københavns biblioteker, og til ber at lurta á eReolen ella á Spotify.
Lena Andersen: Eitt serligt minni
5. Ella eina høm-høm skaldsøgu, kanska?
Knaldromaner, verður ofta sagt niðrandi um eitt serligt slag av bókmentum, og sambært donsku samheitaorðabókini er ein knaldroman ein skaldsøga uttan rættiligt innihald og uttan bókmentaligt virði. Sambært Sprotanum er ein knaldroman lættisoppalesnaður ella lættlesnaður. Men vertinnurnar í poddvarpinum Knaldromaner hava valt hetta heldur niðrandi heitið til at hyggja nærri at heimsbókmentumum, og hvussu tær viðgera kynslív, girndarhug, erotikk og kærleika.
So kanska tað skuldi verið ein høm-høm skaldsøga?
DR hevur framleitt poddvarpsrøðina, sum kann hoyrast á Podimo ella á Spotify.