top of page

13. desember

13.12.21

…gud má vita um hetta er ein jólasöga…í öllum förum vóru jól í teimum dögum, tá hetta hendi…fyri skjótt meiri enn hálvtrýss árum síðan…tá vóru flestar jólasögur um jól og jólahald hálvtrýss ár frammanundan…ella fyrst í tjúgunduöld…og yvirhövur andaðu tær ein hugna frá sær, sum luktaði av torvroyki, dríggindum og kirkjuligari gudrökni…hatta var jú langt áðrenn gás og reyðkál og annar danskt göddur jólagóði telvaði ræstan fisk og sperðil av föroyskum jólaborðum…langt áðrenn jólapynt við sölugalnum glansi og glitri fór at súrga vetrarmyrkrini sum eitt endaleyst endurtikið popplag…í eini tíð tá föroyskt gerandislív enn var eitt hetjukvæði við seigligum stevi av matstrevi og einum niðurlagi, ið vitnaði um klettfasta siðvenju og trúskap móti fedranna arvi…


…hesi jólini…altso jólini nítjan hundrað og átta og trýss…líktust einum sovorðnum gomlum jólasögujólum…eitt sindur….stórkavi var og frost og máni á luftini…annars vóru hetta eini vanlig trýssarajól við öllum, sum hoyrdi til…við stákan og pynti… gávukeypi og jólatræi… sjálvt útvarpið helt jól…sat á eini hill í stovuni eins og kettan í sanginum um gentuna, ið spann og ynskti sær mann…murrandi fult av jólalögum og jólaheilsum…av heimatíðindum í bland við  ófrættir úr hinum krígsherjaða Vietnam, men tað landið vildi líkasum gera ein skóg av trölsligum jólaljósum  tey árini…eisini tá eingin jól vóru…ein fyriboðan um hin evsta dag, tá atomið fór at spreingjast…


…men sum sagt tað vóru jól…jólini nítjanhundrað og áttatrýss… alt gekk upp í eitt hægri, yvirgerandisligt huglag…ið hvussu er til dygst upp undir jól…men so var alt öðrvísi best sum var…tollaksmessukvöld tók pápi okkum beiggjarnar báðar innar í fínu stovuna, setti okkum lið um lið í sofuna harinni og boðaði okkum frá, at jólahaldið hesi jólini helst mátti avlýsast… yngsta systur sín, segði hann, lá at doyggja frá trimum börnum niðri í Keypmannahavn…


…boðini komu okkum illa við…beiggjunum…sum vera man…ikki tí hvörgin okkara kendi fastrina serliga væl…hon hevði valla sæst í Föroyum, síðan hon fór av landinum blaðung seint í fjöritiárunum…langt fyri okkara tíð…vit dugdu ikki upp á nakran syndigan máta at sæta hesum í tonkunum, hví hennara tilstundandi andlát skuldi hava nakað við okkara jólahald at gera…íðan vóru andlát enn bara eitt orð í útvarpinum og okkurt summi takkaðu fyri í lýsingum í Dimmalætting…


…uttan nú ampaðist annað fyri enn deyðin… tey jólini…í nítjanhundrað og átta og trýss…men tann ampin kortini ikki á jörðini…hvörki í Föroyum ella niðri í Keypmannahavn…hann var úti í rúmdini…hesi jólini sendu amerikanarar tríggjar mans í ringrás um mánan…í einum blikki…ikki ólíkt fiskabollablikkunum frá Kjölbro, helt eg… hóast útvarpið kallaði tað Apollo 8… hetta mannaða rúmdarblikkið vildi gera seg inn á mítt barnasinni…vildi av-einfalda mær verðina…liða álitið á tað góða sundur…hvönn ugga, eg fann í jólasögum… hvörja vón um eina fortíðartrygga framtíð… hóast alt…


…íðan hvat…jólaaftan kom…allastaðni…uttan inni hjá okkum…úti í forstovuni…beint innan fyri útdyrnar…stóð telefonin…hetta var ein svört telefon…hon sýntist at hava onkra íbygda kraft… hon stygdi jólini burtur…uttari í kökinum stóð jólagásin og soyrdi í ovninum, jólatræið fullpyntað í spísistovuni við jólapakkum undir, nissur klivu upp eftir öllum veggjum…men alt tað sama vóru eingi jól inni…so eiðasört…


…nú hevði eg…og helst var tað í „Mín Jólabók“…lisið ævintýrið um gentuna við svávulpinnunum… og tað fleiri ferð…ivaleysur í, at livandi ljós dugdi meir enn at lýsa, legði eg eina ráðagerð fyri beiggjan…hann var smá tvey ár yngri enn eg og lagaligur at læna mínum orðum oyra…viðhvört…


…innast í spísistovuni hjá okkum var ein stórur ovnur við mariuglasaðum og sprossaðum hurðum, so framsíðan líktist einum kongsslotti… oman á ovninum lá ein marmarapláta, og hvörji jól plagdi mamma mín at gera ein nissubý har úr vatti… uppiyvir nissubýnum hekk so adventskransurin…nú áttu vit eisini ein sovorðnan jólaveggleypara… myndin á honum av nissudansi í einum donskum fjósi, nissurnar í donskum knæbuksum og skjúrtum…fremst á myndini dansaðu ein nissupápi og ein nissumamma, kát og hyldlig og hvör við sínari tuflu á lofti…í baksýni út um fjósdyrnar sást mánin…eg sigi við beiggjan: - Nú skulu vit taka veggleyparan, meðan mamma ikki sær og halda honum millum okkara upp fyri ljósini í adventskransinum… tá fer myndin at livna og taka alt hetta ójólagið í seg og ongantíð sleppa tí aftur…


…sum sagt so gjört…


…og tað sýntist at virka…tað gjördi tað…ljósini á adventskransinum skygdu eina sovorðna glæmu gjögnum veggleyparan…nissurnar livnaðu…tað var ikki öðrvísi…tuflurnar hjá nissupápanum og nissumammuni smullu í tað steinsetta gólvið í fjósinum og vit hildu okkum so vist síggja rúmdarblikkið koma undan mánanum og draga hann aftan á sær…deyðan, sum hevði plágað fastrina niðri í Keypmannahavn…og so hvört sum glæman varð skærari, földu vit jólini nærkast…men hvat…nú tekur veggleyparin eld…og tað bráðan…vit missa hann úr hondunum…og í sama viðfangi stendur nissubýurin í ljósum loga…hann við…


…og ikki tær at siga…jóladáraði lesari…eftir tey jólini…jólini nítjanhundrað og átta og trýss…hava jól altíð verið öðrvísi...og eingi barnajól aftur…men soleiðis eigur tað kanska at vera…ja, líka veit eg…

...men ið hvussu er…gleðilig jól…


Carl Jóhan Jensen telist millum okkara virknastu rithøvundar og ummælarar og er kendur fyri sítt sermerkta skrivingarlag. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page