11. desember
11.12.21
Bókahús
Eg hugsi mær altíð, at perman á
eini bók er sum einar dyr
á einum ella øðrum húsum, ið
eg ei havi vitjað fyrr.
Ongantíð veit eg, hvørji fólk
eg fari at síggja har,
og tí er tað, lesnaður altíð er
so spennandi fyri mær.
Húsini tey eru kanska svørt
og flagtakt við hvítari grund,
har inni býr kanska konan tann,
ið rurar sítt barn í blund.
Í øðrum býr kanska bóndin Per
og hansara hundur Snar,
hvør veit, ella lítli pilturin,
sum eigur eitt antarpar.
Har búgva Sakir og Sakirskona,
ið stríðast við strev og knoss,
og óvitin Høgni við lyngklónni
uppi við Mylnarfoss.
Og har er smáttan hjá Tummasi,
ið harmast sín arma lut,
og tjaldbúðin stóra hjá Ábraham,
sum setur sítt álit Guð.
Ali Baba og Robin Hood
teir semjast sum grannar væl,
og í einum húsum har skamt ífrá
svevur Tornarósa so sæl.
Og har eru eisini onnur hús
ymisk í sniði og stødd;
og øll so hava tey hvørt sítt lív
og hvørt sína egnu rødd.
Ja, mong eru húsini, stór og smá,
ið lata seg upp fyri tær;
og tí er tað lesnaður altíð er
so spennandi fyri mær.
Alexandur Kristiansen telist millum okkara virknastu yrkjarum og týðarum. "Bókahús" stóð at lesa í Mín Jólabók í 2013. Lisa Golbe myndprýddi.