top of page

1. desember

01.12.21

Eg minnist enn angan.

Av svávulpinninum. Av granninum í dekoratiónini við talljósinum. Og av bókini.

Mín yndissøga var søgan um Aladdin úr 1001 nátt. Bókin var gomul. Og hon angaði, sum gamlar bøkur anga. Av loynidómum og fremmandum heimum.


Tað byrjaði annars langt áðrenn tað. Faktiskt langt áðrenn eg var fødd. Tí mamma hevur altíð lisið søgu, løtuna, meðan dagsins tal á kalendaraljósinum spakuliga brann og hvarv. Hvønn einasta dag í desember hevur hon tikið sær tíð til at sita í friði og siga ella lesa søgu. Hóast hon, sum allar aðrar konur, hevði nógv um at vera í desember og syrgdi fyri kleynukóking og jólagávum, reingerð, køkuhúsum og pynting, ja, so tók hon sær kortini dagliga tíð til eina søgu. Eg skilti ikki tá, at tað var ein beinhørð raðfesting. Ikki fyrr enn nú, ið eg sjálv eri vorðin vaksin og havi fingið børn, skilji eg, hvussu nógv annað etur tíðina upp í desember.


Men mamma raðfesti søguløtuna við kalendaraljósinum. Hvønn einasta dag. Fyrst saman við beiggjum mínum og børnunum her í grannalagnum - og seinni, tá teir vórðu stórir, og eg var lítil, sat hon við mær í fanginum og fangaði meg í eini søgu.


Tá eg var heilt lítil, segði hon mær søgur úr síni ótømandi søgugoymslu í minninum. Men tá eg bleiv eldri, las hon søgur fyri mær. Einaferð las hon Mio mín Mio. Eitt árið las hon Lyklablomstrið. Men tá eg hevði hoyrt søguna um Aladdin fyrstu ferð, vildi eg hoyra hana á hvørjum ári eftir tað.

Serliga dámdi mær brotið, tá Aladdin varð fangaður í hellinum við ovurhonds stóra skattinum. Livandi lýsingarnar av gimsteinunum, gullinum, perlunum og alskyns fruktunum úr klárasta krystalli, standa enn púra skarpar í minninum. Nær sum helst kann eg krúpa inn í hellið saman við Aladdini, sum í staðin tók sær skitnu gomlu oljulampuna, sum trongdi til at pussast. Tað var gandur og yvirdádigheit. Tað var ónt og gott. Tað var ein fremmandur heimur - mitt í trygga køkinum.


Tí vit sótu sum oftast í køkinum, so eingin larmur frá sjónvarpinum skuldi forstýra. Tað var skýmligt og hugnaligt, og eg var ofta farin í náttkjólan. Og so tendraði hon ljósið við svávulpinninum. Ofta var søgan so fangandi, at ljósið brann niður á hálvan dagin eftir, uttan at vit varnaðust tað.

Hetta vóru av sonnum praktfullar, undurbarar løtur, sum enn sita so rimmarfastar í minninum og míni samlaðu hugmynd av jólum. Og av mammu.


Eg havi roynt at hildið siðin við mínum egnu børnum. Og sjálvt um eg ikki megni heilt at vera eins støðuføst, sum mamma, og finna tíðina hvønn einasta dag, so njóta vit løturnar við søgu og kalendaraljósi ígjøgnum jólamánaðin, líkasum eg og mamma gjørdu tað fyri eini 30 árum síðani.

Tað er so heppið, at børnini ofta hava fingið søgujólakalendarar frá jólamanninum fyrst í desember - heldur enn sjokolátakalendarar. Tað gevur jú upplagdan lesnað hvønn dag. Eitt árið herfyri fingu vit bókina, Snjósystirin, sum er so ótrúliga góð, vakurt myndprýdd og í 24 pørtum. Hana hava vit lisið fleiri ferðir. Lyklablomstrið hava vit eisini lisið - og so gevur ein góð samling av Mín jólabók eisini nógvan, hóskandi lesnað hetta til jóla. Søgurnar eru nógvar - og í grundini eru tær ikki tað vigtiga. Tað vigtiga er, at børn og vaksin seta seg saman - leggja alt annað til síðis, og í felag hvørva inn í góðar søgur og frásagnir eina løtu hvønn dag, mitt í hesi rokaligu tíðini.


Ljósið tekur ta tíð tað tekur at brenna talið burtur. Tað ber ikki til at skunda sær hesa løtuna í bleiktrandi glæmuni, meðan dagurin spakuliga hvørvur - bæði so og so.

Og tað er tað góða. Tí tað gevur neyðuga friðin til at varnast, ímynda sær og sansa. Sjálvt angan av svávulpinninum, granninum og bókini, sum verður lisin.


Og eg veit av royndum, at tað, ið tú sum barn varnast, ímyndar tær og sansar hesa løtuna við kalendaraljósið, verður fest í minnið á ein heilt, heilt serligan hátt <3


Góðan lesihug øll somul - og góðan desember!


Eydna Skaale er 40 ára gomul, útbúgvin retorikari og starvast sum samskiftisráðgevi á Betri Trygging.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page