- Tað snýr seg ikki bert um at fylla orð á. Tað er nærveran, sum er so avgerandi
01.02.23
Soleiðis sigur Krista Hvannastein, ið er námsfrøðingur við drúgvum royndum. Í hennara arbeiði er tað av alstórum týdningi, at tíð verður sett av til lesing, at bøkur standa frammi og altíð at hugsa um viðkomandi bøkur til børnini.
Hvussu nógv fyllir lesing í tínum arbeiði?
- Lesing fyllir sera nógv. Vit lesa nógv við børnunum, helst hvønn dag. Tó gleppur tað viðhvørt, serliga góðveðursdagar tá vit fara út at njóta góðveðrið. Men so taka vit fuglabøkur ella bøkur um fjøruna við okkum út.
- Eg leggi meg eftir at møta barninum við viðkomandi bókum. Til dømis er tað hent í sambandi við innkoyring at hava eina bók við hondina. Innkoyringin kann vera hørð fyri barnið, og tá hava bøkurnar ofta víst seg at vera ein góð hjálp. Hevur barnið áhuga fyri onkrum serligum, so er at finna eina bók við tí evninum. Tað er ein fín avleiðing í løtuni, barnið skal sannførast um at vera verandi, men tað er so sanniliga eisini viðkomandi í gerandisdegnum annars.
- Eg vildi ynskt, at lesingin kom natúrliga, men soleiðis er veruleikin tíverri ikki. Vit mugu vísa teimum vegin. Fyri meg persónliga er lesingin partur av mínum dna. Eg havi altíð havt gleði av at lesa sum barn og ung, og sum barn var eg heppin at hava ein pápa, sum las fyri mær hvørt kvøld. Tað er ein gáva, sum eg gevi víðari í mínum arbeiði.
Hvussu týdningarmikið er tað, at vaksin lesa við børnum?
- Tað er øgiliga týdningarmikið, og tað kann hava so nógv gott við sær á fleiri mátar. Fyrst og fremst er tað hetta við at lata ein heim upp fyri barninum. Ein ævintýrheim. Tey fáa nakrar upplivingar, sum eru teirra egnu og sum vit samstundis hava saman, tey læra empati og at seta seg inn í støður hjá øðrum, og tað er gott fyri málsligu menningina. Listin við fyrimunum er langur.
- Men tað er eisini ein sjáldsom ró, tey fáa undir eini søguløtu. Gerandisdagurin er so óróligur í dag við fáum róligum løtum. Ró er umráðandi fyri børn, og vit síggja stóran mun á børnum, sum fáa søgur og ikki. Tað, at kunna lesa saman við sínum allarnærmastu gevur barninum nakað heilt serligt. Tað er nærveran, sum er so avgerandi. Í dagsins samfelag síggja vit týðiliga, at okkurt hevur yvirtikið áhugan fyri bókunum, sum fyrr var ein størri partur av gerandisdegnum hjá børnunum, og tað sæst aftur í børnunum.
Les eisini: Bókaslúkurin ger tað lættari at tosa um myndabøkur
Hvussu kunnu vit tryggja børnum fleiri søgur?
- Tað er ofta í tí smáa, at ein kann gera stórar broytingar. Eitt er atkomiligheit til bøkur. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at bøkur standa frammi í føroyskum heimum í dag. Ei heldur er tað vanligt at síggja vaksin sita við bók, og harvið er eingin vaksin at spegla sær í hjá barninum. So tað er avgjørt eitt gott ráð til foreldur at leggja sær í geyma at vera ein góð fyrimynd.
- Í mínum arbeiði leggi eg meg eftir at tey hava eitt breitt úrval av bókum at velja í millum. Vit hava eisini havt vikur, har børnini hava havt sína egnu bók við. Tað er ein góður máti at fáa eitt innlit í, hvat teimum dámar av søgum og at sameina tey áhugamálini við tað, vit gera á dagstovninum. So kunnu vit lesa søguna saman, og barnið kann greiða frá, hvat tað er við júst hesi bókini, sum barninum dámar so væl.
- Og er ein so heppin at hava eitt bókasavn í býnum ella bygdini, so er at gera brúk av tí. Túrar á bókasavnið er fastur partur av okkara gerandisdegi. Bæði at fara til tiltøk, sum bókasavnið skipar fyri, men eisini fyri at leita eftir bókum til dømis í sambandi við okkurt evni, sum vit arbeiða við.
- Tað eru nógvir mátar at hugsa bókasøvn. Eitt hugskot er at hava eitt bókasavn á stovninum, har børn kunnu lána bøkur við heim. Eg veit um stovnar, sum hava eitt foreldrabókasavn úti í gongini, har foreldrini kunnu lána bøkur við heim til børnini. Tað er eitt frálíkt hugskot og ein góður møguleiki at flyta lesingina millum stovnin og heimið. Eg haldi tað eisini vera umráðandi at hugsa um tilflytingina, sum er ein vaksandi partur av okkara samtíð, og tí skuldu vit sum stovnar hugsa meir um at hava bøkur á upprunamáli á stovnunum.
Tú hevur ment Søgukuffertið – hvat er tað?
- Tað snýr seg um at gera søgur til myndir úr einum teksti. Vit byrjaðu við søguni um Reyðhettu og arbeiddu við stóru oyrunum, eygunum o.s.fr. Vit kunnu eisini brúka tað til sangir. Vøggustovan hevur til dømis brúkt kuffertið nógv. Er ein grønur bilur í einum sangi ella einari søgu, so hava vit eina mynd av honum við í kuffertinum. Søgukuffertið kann tillagast aldri og støði. Skúlabólkurin hevur til dømis eisini nýtt Søgukuffertið, tá tey hava arbeitt við verkum eftir Símun av Skarði.
- Málið er at geva børnunum íblástur, og eg má siga, at hetta hevur riggað væl. Eg hevði ynskt at havt fleiri søgur og meira tíð til at ment hetta arbeiðið.
Hoyr Kristu greiða frá Søgukuffertinum í hesum filmsbrotinum
Krista Hvannastein er útbúgvin námsfrøðingur í 2006.
Krista er í farloyvi sum stovuleiðari í Mylnuhúsinum í Klaksvík og starvast í barnagarðinum í Gerðinum í Skopun.