top of page

Á vitjan á pensionistaskeiði

21.03.23

Aftur í ár vóru Føroyar lesa við á pensionistaskeiðnum, sum Føroya fólkaháskúli fyriskipar. Tað er altíð áhugavert at hitta vitandi fólk til eitt prát um bøkur. Nú Móðurmálsdagurin stundar til, høvdu vit boðið Marnu Jacobsen við, sum er pensjoneraður ritstjóri og nú starvast sum starvast sum týðari.


Tað er ein serlig løta at vitja pensjonistaskeiðið á Føroya fólkaháskúla og fáa vitandi fólk í tal. Hesaferð gjørdu vit eitt prát við týðaran, Marnu Jacobsen, um týdningin av at lesa og at hava atgongd til skaldskap á móðurmálinum. 


Marna starvaðist í 20 ár sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og síðani hon fór frá, er hon farin at týða sum fríyrkisfólk. Í 2020 kom skaldsøgan Leksikon um ljós og myrkur, og fyrr í mánaðinum kom 304 dagar, sum Marna týddi eftir norska høvundin Simon Stranger. Við hesum báðum bókum sum grundarlagi, tosaðu vit um týdningin av at lesa og at hava møgleikan at lesa á sínum móðurmáli. 


Báðar bøkurnar eftir Simon Stranger snúgva seg um einstaklingin, sum hvør í sínum staði og tíðarskeiði í søguni fer í kríggj. Bøkurnar hava fingið stóra viðurkenning í Noregi, og Leksikon um ljós og myrkur, ið viðgerð antisemitismu, er týdd í yvir 20 mál.


Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag


Luttakararnir á pensionistaskeiðnum eru ágrýtnir lesarar, sum lesa av ymsum ávum. Fleiri luttaka í lesibólkum, onkur trálesur krimibøkur eftir Jógvan Isaksen, og onkur lesur fyri at halda lesingina og rættstavingina viðlíka.


Fleiri bøkur og høvundar vóru nevndar. Millum aðrar var Morgun og kvøld eftir Jon Fosse ein av bókunum, ið fleiri vóru fegin um. Harafturat vóru fleiri norðurlendskir høvundar sum Jón Kalman Stefansson, Tomas Espedal, William Heinesen, Suzanne Brøgger havdir á lofti. Marna hevur týtt bæði Tomas Espedal og Jon Fosse umframt Simon Stranger úr norskum, og áhoyrararnir fingu høvi at seta alskyns spurningar um arbeiðið við at týða.  


Niðurstøðan av prátinum var, at týðing er ein sera týðandi partur av arbeiðinum fyri at halda lív í føroyska málinum, tí málið má ríkast javnt og samt fyri ikki at doyggja út.


Les eisini: Manglar tær ein lesibólk?


Í sambandi við at Móðurmálsdagurin stundar til, høvdu vit nýggju litføgru taskurnar við Føroyar lesa logo á til skeiðsluttakararnar. 


Føroyar lesa takkar fyri vitjanina og góða prátið. 

 




 



Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page