Føroyingar lesa
Hvat lesa føroyingar beint nú? Hvørjar bøkur liggja á náttborðinum, og hvør er næsta bókin á ynskilistanum? Vit práta við fólk um lesing og bøkur.
lesing, lesivanar
Livar Nysted
- Eg havi upplivað rættiliga nógv á hesum túrum. Á seinasta túri vórðu vit álopnir av einum stórum hvítum hávi, ið mundi gjørt enda á okkum. Á túrinum í Norðuratlanshavinum varð eg slongdur fyri borð, tá báturin holvdist í ódnarveðri. Eg havi sæð trøllvaksnar menn gráta av ræðslu, tí teir hildu, at teirra seinasta løta var komin.
lesiprei
Hansina Iversen
- Mær dámar eisini sera væl at lesa yrkingar. Yrkingar eru onkuntíð sum abstraktir málningar, stórar frásagnir, sjálvt um tær kanska bara eru 4 linjur langar. Yrkingar siga okkurt, sum er øgiliga konsentrerað og presist, og samstundis kann alt universið lesast millum linjurnar.