Endamálið við Føroyar lesa
Føroyar lesa er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Heimasíðan er ætlað sum miðdepil fyri íblástur, upplýsing og kunning um lesing, soleiðis at børn og vaksin, privatpersónar og starvsfólk á ymiskum økjum kunnu finna viðkomandi tilfar. Átakið verður í 3-5 ár.
At lesa er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á uttan mun til, um vit eru børn ella vaksin, og hvørja leið vit fara í lívinum. Vit brúka lesiførleikan hvønn dag og í størri mun í 2020 enn nakrantíð áður. Samskifti millum fólk fer alsamt meira fram umvegis skrivaðan tekst. Vit lesa, tá vit kjatta á sosialum miðlum, skriva ein stíl, smíða eini hús ella senda ein teldupost. Lesiførleikin er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á – serliga á móðurmálinum, sum vit brúka hvønn dag.
At lesa er ein lykil til óteljandi góðar upplivingar, sum vit kunnu hava sjálv og saman við øðrum. Bókmentirnar bjóða okkum at síggja onnur menniskju og heimin, sum vit liva í, úr nýggjum og øðrvísi sjónarhornum. Vit kunnu eisini spegla okkum og lesa um onnur, ið eru í somu støðu sum vit. Bókmentir eru ein ógvuliga fjøllbroytt list, sum vit øll kunnu uppliva og njóta – tað ræður bara um at finna ta røttu bókina.
Við verkætlanini vilja vit:
-
Geva føroyingum hug at lesa meira
-
Seta føroyska málið í miðdepil ígjøgnum lesing
-
Eggja til góðar lesivanar og lesiupplivingar
-
Stimbra lesiførleikan
-
Geva øllum lesarum íblástur og hjálp at finna ta røttu bókina
-
Skapa karmar fyri einari góðari lesimentan
-
Savna fólk um bókmentir og tað at lesa
-
Elva til áhuga, kjak og forvitni um føroyskar bókmentir og rithøvundar