top of page
Ársins lesiátak 2024 - FB covermynd-2.jpg

Ársins lesiátak

 

Hvør kann finna uppá besta lesiátakið? Føroyar lesa skipar fyri kapping um besta lesiátakið fyri dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar skúlaárið 2023/24. Kappingin hevur til endamáls at leggja lunnar undir góðar lesivanar hjá teimum ungu.

 

Eitt lesiátak kann vera at at skipa lesiløtur, at gera ein bókavarða, at seta bókasavnsvitjanir á skrá, at gera sjónleik, sang ella annað burtur úr søgum, evnisdagar um yndissøgur ella okkurt heilt annað. Bara hugflogið setur markið. Endamálið er at gera lesingina stuttliga.

 

Eingi krøv eru fyri at luttaka, og vit vóna, at so nógvir stovnar og skúlar sum gjørligt vilja luttaka.

 

Freistin at lata inn frágreiðing og myndir, sum lýsa átakið, er 1. mai 2024. Vinnarin verður kosin 1. juni.

 

Vinn 3 x 5000 krónur!

Try trý vinnandi hugskotini vinna 5.000 krónur hvør. Vinnararnir kunnu vera ein stova, ein flokkur, ein bólkur ella ein stovnur. Tað er sjálvt hugskotið, sum vigar mest.

 

Dómsnevndin er mannað av námsfrøðingi, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa. 

 

Soleiðis gera tit

Hvør luttakandi bólkur skal lata inn eina frágreiðing um átakið. Frágreiðingin skal lýsa átakið við orðum, myndum og møguliga filmsbroti, sum vísir, hvussu átakið var skipað. Ynskiligt er, at endamálið við átakinum er greitt, og at børn og næmingar hava verið virkin í átakinum.

 

Øll innkomin hugskot verða savnað í hugskotsbanka hjá Føroyar lesa.

Íblástur

Ársins lesiátak: Ein bókaormur við 1.000 bókum

Á vegginum í flokkinum hongur ein langur bókaormur. Hesin bókaormur telur í dag 940 frílesingsbøkur. Málið er at lesa 1000 bøkur áðrenn páskaferiuna.

Nýtt arbeiðstilfar til barnabøkur

Myndir og orð í samspæli er gott grundarlag fyri øðrvísi floksprátum, kreativum bólkauppgávum ella til øðrvísi vinklar til ymsu lærugreinarnar í skúlanum. Eisini fyri tey minstu eru myndabøkurnar góðar at hava við hondina.

Lesimánaður í nýggja skúlanum

- At lesa upp fyri næmingunum er nakað, sum heilt víst riggar. Eisini í eitt nú 8. flokki. Tað gevur nakað fyri samlaðu upplivingina at lesa eina søgu upp fyri flokkinum, og so at steðga á við tey støðini, har okkurt er viðkomandi at tosa um. Tað kann føra til góðar og spennandi samrøður í flokkinum.

Hvussu væl kennir tú Manga?

Í Japan skrivar mann øðrvísi enn í vesturheiminum. Mann skrivar frá høgru síðu til vinstru og ikki frá vinstru til høgru, sum vit gera. Tí lesur tú eisini manga-teknirøðir aftureftir – t.e. at tú byrjar á tí, sum vit halda vera baksíðan.

Lesi- og skrivivika í Hvalvíkar skúla

- Tað hevur givið góða meining at samantvinna tað bókliga og tað handaliga, ikki minst fyri skriftligu venjingina hjá næmingunum. Eg haldi avgjørt, at hendan vikan hevur givið okkum nakað eyka.

Hvussu fáa vit ung at lesa meira?

- Tað er einsligt at lesa. Ein kann ganga við nógvum tankum, tá ein hevur lisið eina bók. Tá er gott at kunna deila sítt áhugamál við onnur, t.d. í einum lesibólki. Harafturat er tað gott fyri tað sosiala. At fáa nýggjar vinir og ein nýggjan felagsskap.

Á móðurmálsdegnum spæla vit Kahoot

Hvussu væl kennir tú títt móðurmál? Fríggjadagin 25. mars er móðurmálsdagur, og í tí sambandi skipar Málráðið saman við Føroyar lesa fyri spurnarkapping á Kahoot! um føroyskt orðfeingi, rættstaving og bókmentasøgu.

- Tað er lætt at blogga um nakað, sum tú brennur fyri

Eg kann eisini finna uppá at taka eina grafiska bók ella eitt yrkingasavn upp. Eg skal hava eina kenslu av, at tað er ein seriøsur rithøvundur og eitt forlag, ið hevur lagt neyðugu orkuna í at fáa bókina góða. Og so skal søgan hava nakað uppá hjarta.

Les eina gula bók og vinn eitt páskaregg

- Vit mugu siga, at hetta hevur sett gongd á. Vit hava afturvendandi lesitiltøk, men vit hava ongantíð upplivað ein áhuga sum hesaferð. Næmingarnir eru sera ágrýtnir og stilla seg út í kavan í fríkorterinum at lesa.

Manglar tær ein lesibólk?

Tá ein lesibólkur eydnast væl, er lesibólkurin eitt opið rúm fyri kjak um bókmentir. Kjak og samrøður um bókmentir eru við til at víðka okkara fatan av eini bók ella einum evni, har hvør lesari kemur við sínum íkasti til evnið. 

Lesikvøld við soviposum og suppu

Tey flestu hava ein soviposa, teppi, kodda ella annað við at balla seg í, meðan tey lesa. Tað ger tað eitt sindur eyka hugnaligt. Og øll eru samd um, at Lesikvøldið er hugnaligt og nakað, vit síggja fram til og gleða okkum til hvørt ár.

Lesing umborð: - Hobbin fær tíðina at flúgva avstað

Og tá vit fara til arbeiðis, tendra vit í senn á hvør sínari telefon, so vit fylgjast. Vit kunnu gott lurta í 2-3 tímar í senn. So vit hava eitt sindur at tosa um, tá vit hava frí. Tíðin gongur nógv skjótari, og tað er spennandi at lurta eftir einari bók á hendan hátt.

Tak niður faldarar

Miðnám

Fólkaskúli

Dagstovnar

Screenshot 2023-11-05 at 22.05.55.png
Screenshot 2023-11-05 at 22.05.41.png
Screenshot 2023-11-05 at 22.05.28.png

Stigtakarar

​Í samstarvi við

bottom of page