top of page

​Á breddanum

Lesigleði á Argjahamri

04.02.25

Bókaklubbin er eitt gott dømi um, hvussu lesiátak og rithøvundavitjan kunnu sameinast. Bókaklubbin á Argjahamri er fyri næmingin og ein vaksnan í familjuni.

Image-empty-state_edited.jpg

Bókabyrjan: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini

03.02.25

Bókabyrjan hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur. Umframt at vit vita, at lesing fyri barninum styrkir málmenningina, hava vit sett okkum fyri, at børn í øllum trimum norðurlondunum skulu lesa søgur úr hinum norðurlondunum.

Image-empty-state_edited.jpg

3 bøkur í uppskoti til Lesaravirðislønina

31.01.25

Tað eru Føroysku bókasøvnini, sum skipa fyri Lesaravirðislønini, sum er á 30.000 kr. Lesaravirðislønin varð latin á fyrsta sinni í 2024, tá Høgni Mohr vann fyri Saga JAM.

Image-empty-state_edited.jpg

Ársins lesiátak skúlaárið 2024/2025

12.12.24

Eitt lesiátak kann vera so mangt: lesiringar, at gera leik við íblástri úr bók, eitt poddvarp um bøkur - tað er bert hugflogið, ið setur mørkini. Kappingin verður skipað fyri dagstovnar, fólkaskúla og miðnám.

Image-empty-state_edited.jpg

Takk fyri jólakortið

05.12.24

Ein brævbjálvi er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla bústað við t.d. postnumrinum. Alt hetta er partur av at skriva eitt jólakort, sum skal sendast við postinum, og tí hevur átakið havt eitt læringsendamál, sum tað annars ikki verður arbeitt við í gerandisdegnum.

Image-empty-state_edited.jpg

Vit skriva jólakort

19.11.24

Eitt stórt átak fyri øll børn í fólkaskúlaaldri er kunngjørt í dag. Átakið skal birta uppundir gleðina at skriva jólakort.

Image-empty-state_edited.jpg

Føroyar skriva jólakort

15.11.24

Allir næmingar í landinum kunnu luttaka í hesum átakinum. Tilsamans eru 7.603 næmingar í fólkaskúlaaldri, og um teir allir skriva tvey jólakort í part, verða heili 15.206 jólaheilsanir bornar út.

Image-empty-state_edited.jpg

Norðurlendska bókmentavikan: Eldgos og Skugga-Baldur

08.11.24

Setið tykkum væl til rættis, tendrið kertuljósið og lesið saman ella upp fyri hvørjum øðrum. Vit eggja øllum skúlum, stovnum, arbeiðsplássum og einstaklingum at seta eina løtu av í komandi viku at lesa saman.

Image-empty-state_edited.jpg

Hvønn skriva vit til, um eingin tímur at lesa?

24.10.24

“Og ikki minst lesarin. Tað kann vera ørkymlandi at liva í eini tíð, har fleiri granskingar vísa á, at lesivanar vikna. Tá fólk tíma verri og verri at lesa. Ynskja vit, at fleiri fólk skriva, mugu vit tryggja okkum, at fólk lesa. Og at umhvørvi er til at skriva. Og ynskja vit, at fleiri skulu lesa, mugu vit skapa karmarnar”.

Image-empty-state_edited.jpg

Rithøvundavitjanir í heyst

24.09.24

Í heyst verður aftur møguleiki hjá skúlum at fáa rithøvundar á vitjan. Føroyar lesa samstarvar við Rithøvundafelagið um átakið.

Image-empty-state_edited.jpg

Bókaklubbi á Argjahamri

20.08.24

Í heyst verður møguleiki at vera við í bókaklubba á Argjahamri. Tá bjóðar skúlin næmingum og vaksnum at lesa saman í bókaklubba.

Image-empty-state_edited.jpg

Vinnarar av Ársins lesiátaki 2024

17.06.24

Og vit fingu veruliga nógv ymisk átøk sendandi við øllum frá bókaormum til skipaðan upplestur fyri øðrum børnum og næmingum, jólakalendarar, stafettir, foreldratiltøk, sjónleikir - nóg mikið til at staðfesta, at føroysk børn og ung eru í góðum hondum við so dugnaligum lærarum og námsfrøðingum at leggja teimum lag á við lesingini í gerandisdegnum.

Image-empty-state_edited.jpg

Børn í Norðurlondum lesa minni og verri

30.04.24

- Tað vekir lesihugin, tá ið tað verður lisið fyri barninum á einum ungum aldri. Ikki minst styrkir tað um lesiførleikan, sum barnið kann hava gagn av seinni í lívinum.

Image-empty-state_edited.jpg

VIT lesa

07.04.24

Hesa vikuna setur VIT fokus á lesing. Í hesum sambandi hava vertirnir m.a. verið á vitjan á skúlum, ið hava havt rithøvundar á vitjan. Hvønn morgun hesa vikuna fara vit at hoyra samrøður við næmingar og læararar um at lesa. 

Image-empty-state_edited.jpg

10 kvinnusøgur

08.03.24

Í bókmentunum finna vit hópin av søgum um gentur og kvinnur, ið so ella so eru fyrimyndir fyri onnur. Tær hava kanska fingið harðar lagnur, og hava verið fyri ógvisligum óættvísi. Tær hava ikki havt somu rættindi, sum brøður sínir, ella tær hava verið tvungnar at giftst við onkrum, tær ikki hava valt.

Image-empty-state_edited.jpg

Ársins lesiátak: Ein bókaormur við 1.000 bókum

21.02.24

Á vegginum í flokkinum hongur ein langur bókaormur. Hesin bókaormur telur í dag 940 frílesingsbøkur. Málið er at lesa 1000 bøkur áðrenn páskaferiuna.

Image-empty-state_edited.jpg

Nýggj bókmentavirðisløn

02.02.24

Við Bókmentavirðislønini ber til hjá lesarum at atkvøða fyri einari útvaldari føroyskari bók til vaksin. Vinningurin er 30.000 kr. Tað eru føroysku bókasøvnini, ið hava tikið stig til virðislønina.

Image-empty-state_edited.jpg

Bókaslúkurin: Kom á myndabókaverkstovu

17.01.24

Ein myndabók er ofta fyrsta bókin, vit hitta sum børn. Men okkum nýtist ikki at vaksa frá myndabókunum. Tær eru nevniliga sera spennandi at arbeiða við - eisini fyri størri børn. Á verkstovuni fara vit at arbeiða við myndabókum og hvussu vit kunnu taka myndabøkur inn í dagliga arbeiðið.

Image-empty-state_edited.jpg

Silja var fyrsti rithøvundurin á vitjan

15.12.23

Nýggja átakið hjá Føroyar lesa er farið á rull, og fyrsta rithøvundavitjanin var mikumorgunin, tá Silja Aldudóttir var og vitjaði 5. flokk í Skúlanum við Streymin. Hon hevur skrivað bókina Ódjór, sum hon tosaði við næmingarnar um.

Image-empty-state_edited.jpg

Hvør eigur besta lesiátakið?

22.11.23

Føroyar lesa skipar í vetur fyri kapping um besta lesiátakið. Kappingin hevur til endamáls at fáa næmingarnar at lesa meira og at leggja lunnar undir góðar lesivanar. Kappingin er fyri dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar og vinnandi hugskotini vinna 5.000 kr. hvør.

Image-empty-state_edited.jpg
bottom of page